Reykjavík. Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix

Altingsvalið: Íslendingar velja níggju flokkar á ting

Í dag fara íslendingar á altingsval at velja nýtt tjóðarting. Veljast skulu 63 limir í Altingið.

Reykjavík. Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix

Úrslitið á valinum í dag kann verða, at níggju flokkar verða valdir á ting, og tað er tað mesta nakrantíð.

Niðanfyri er yvirlit yvir íslendsku flokkarnar og talið av tinglimum, sum teir standa til at fáa í seinastu veljarakanningunum. Talið í klombrum er talið teir fingu á seinasta altingsvali í 2017.

 

* Sjálfstæðisflokkurinn 15 (16).

* Framsóknarflokkurinn 9 (8).

* Miðflokkurinn 3 (7).

* Viðreisn 7 (4).

* Flokkur fólksins 3 (4).

* Samfylkingin 8 (7).

* Vinstri hreyfingin – grænt framboð 7 (11).

* Píratar 6 (6).

* Sósialistaflokkur Íslands 5 (stovnaður i 2017, ikki á tingi nú).

63 sessir eru í Altinginum, og tí skulu 32 til fyri at skipa samgongu.

Kelda: Morgunblaðið.

/ritzau/

 

 

Reykjavík. Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix