Altjóða dómari úr Rituvík

Føroyskur fimleikur hevur fingið sín fyrsta altjóða dómara í rútmiskum/estetiskum fimleiki. Elna Johannesen úr Rituvík hevur fyri kortum verið í Prag og lokið prógv sum altjóða dómari.

Estetiskur fimleikur er av álvara við at vinna fram her á landi. Herfyri vóru ikki færri enn trý føroysk fimleikalið í Danmark og tóku lut í HM-kappingini í estetiskum fimleiki, og nú hava vit so eisini fingið fyrsta altjóða dómaran í hesi kappingargrein.

Ætlar sær út at døma
Elna Johannesen greiðir frá, at hon var á einum tveir dagar longum skeiði í kekkiska høvuðsstaðnum Prag. Skeiðið endaði við einari skrivligari próvtøku, og síðani vóru skeiðsluttakararnir settir at døma út frá eini sjónbandaupptøku.
- Vit sótu ein og ein og hugdu at bandinum, og síðani skuldu vit lata inn okkara úrslit. Tað var í veruleikanum sum ein vanlig próvtøka, greiðir Elna frá.
Herfyri fekk Elna at vita frá IFAGG, sum er alheimssambandið innan hesa ítróttargrein, at hon hevði staðið royndina sum altjóða dómari á 3. stigi, og tí kann hon nú fara út at døma í altjóða kappingum.
- Eg ætli mær út at døma, og í veruleikanum eri tað eg sjálv, sum geri av, nær eg fari út at døma altjóða kappingar, greiðir Elna frá. Hon skal bert umvegis Fimleikasamband Føroya boða frá, at hon fegin vil døma í eini kapping, og so kann hon fara, greiðir hon frá.