Orð og myndir eftir Dáva Winther.
-Tá ið fremmanda fólk velja at búseta seg í Føroyum, ynskja vit, at tey kenna seg sum part av okkara samfelag og mentan. Vit ynskja eisini at vera oppin og fyrikomandi og læra um ymisku mentanirnar og málini. Øll hava sína søgu at siga frá – sín uppruna, segði Jógvan Skorheim millum annað í síni setanarrøðu á altjóðadegnum í Klaksvík í Miðhøllini á Skúlatrøð í dag.
Tað búgva um 130 fólk frá 25 ymiskum londum í norðoyggjum. Hvørt land sær, sum var umboðað í dag, segði frá sínum landi og uppruna. Aftaná varð boðið til ein bita, sum umboðaði tey ymsu londini. Stundum verður sagt, at matur er ein lykil, ið kann fremja integratión.
- Altjóða dagurin, ella “International day”, er ikki bara ein success í sær sjálvum, tí hetta tiltak hevur eisini prógvað, at stórur áhugi er millum fólk at koma at kenna tað fjølbroytni, sum tilflytarar geva til okkara lokalsamfelag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini.
-Í ár hevur Klaksvíkar Kommuna eisini tikið enn eitt ítøkiligt stig á hesi leið við at gerast partur av altjóða felagsskapinum “Intercultural Cities”. Hesin limaskapur verður ætlandi enn eitt amboð hjá okkum at gagnnýta tað tilfeingi, sum finst í sambandinum millum tilflytarar og upprunaliga lokalar borgarar í okkara lokalsamfelag. Tá ið borgarar úr ymiskum sjónarhornum sínamillum luta hugskot, arbeiðshættir og royndir, letur tað upp fyri nýggjum møguleikum og nýhugsan, sum gagna okkara samfelag. Altjóða dagurin er hatta fyrsta stigið á hesi kósini, sigur borgarstjórin.