Altjóða hvalaveiðifundur í Havn

Heimfelagsskapur hvalaveiðimanna fer í komandi viku at halda ársfund í Norðurlandahúsinum

Hvalafundur


Komandi vikuskifti fer Heimsráð Hvalaveiðimanna at halda fund í Føroyum. Fundurin verður í Norðurlandahúsinum hósdagin og fríggjadagin í næstu viku.
Evnið, sum viðgjørt fer at verða á fundinum, er hvalaveiða í framtíðini. Tað eru nevniliga ikki bara føroyingar, sum veiða hval, hóast vit kanska kenna tað sum, at so er.
Luttakararnir á fundinum verða umleið 70 í tali, og teir koma víðan úr heimi. Bæði úr USA og Kanada koma luttakarar, eins og úr Japan, Ný Sælandi og Karibisku londunum. Sjálvandi eru eisini íslendingar, grønlendingar norðmenn við, verður sagt í tíðindaskrivi frá Grindamannafelagnum, sum sent er um dagarnar.
Grindamannafelagið sigur í tíðindaskrivinum um Heimsráð Hvalaveiðimanna, at talan er um altjóða felagsskap, ið hevur sum endamál at virka fyri og verja rættin hjá limunum til mentunarliga, samfelagsliga og búskaparliga menning, sum er grundað á framhaldandi burðadygga gagnnýtslu av tí tilfeingi, sum í havinum er.
Ein slíkur fundur er at meta við ein altjóða pall, har allir luttakararnir kunnu bera fram síni sjónarmið, sum eisini fer at verða gjørt, vænta fyrireikararnir.
Málini, sum sett verða á skránna, fara at snúgva seg um burðardygga nýtslu av havsins súgdjórum, hvali og kópi. Fundarluttakararnir fáa so høvi at siga sína hugsan og greiða frá sínum royndum og sjónarmiðum, eins og eisini verður lagt upp til kjak luttakaranna millum um evni, sum mett vera at hava felags áhuga og týdning.
Eisini á matskránni, sum hoyrir stevnuni til, verður hvalurin at finna. Vertirnir í Føroyum, Grindamannafelagið, hevur skipað so fyri, at kokkar ymsastaðni úr heiminum fara at matgera við slíkum, sum av hvali er. Tilgjørt á ymsan hátt eftir sum tað kemur frá. Tað verða kokkarnir á Hotel Hafnia, Guðmundur Guðmundsson og Kristvin Jacobsen, sum fara at samskipa hesa matskránna.