Altjóða kvinnubønardagur

Kvinnur um allan heim halda felags bønardag í morgin. Í Føroyum verður byrjað klokkan 19.30 á trimum ymiskum støðum

Bønardagur

Altjóða kvinnubnardagur verður hildin í morgin. Talan er um tvørkirkjuligt tiltak, sum hildið verður fyrsta fríggjadag í mars á hvørjum ári. Í ár eru tað kvinnur úr Libanon í Miðeystri, sum skipa fyri og hava valt tema.
Í ár er heitið á tiltakinum »Halgi Andi - fyll okkum«, sigur franciskanarsystur Marisa, sum er ein teirra, ið stendur fyri føroyska partinum av tiltakinum.
Hon sigur, at i Føroyum veðrur biðið í trimum ymiskum støðum klokkan hálvum átta í annaðkvøld. Í Mariukirkjuni í Tórshavn, í Soli Deo Gloria í Klaksvík og í Missiónshúsinum í Vági. Í Mariukirkjuni fer Triple Trio'in úr Ebenezer eisini at syngja, sigur Systir Marisa.
Dagurin, sum verður hildin um allan heim, byrjar í sólarrenningini á Tonga í Kyrrahavinum og fylgir so sólini allan vegin, til hon er aftur hjá grannunum hjá Tongaoyggjunum, Samoa, hinumegin datolinjuna.
Næsta ár verður aftur bønardagur fyrsta fríggjadag í mars. Tá verða tað kvinnur úr Panama, sum fara at skipa fyri og seta altjóða heitið. Í Føroyum verður tað tá meinigheitin í Hoyvík, sum fer at standa fyri.