Altjóða mannarættindi og samkynd

Í dag eru 60 ár síðan, at heimsyvirlýsingin fyri mannarættindum var samtykt av øllum heimsins tjóðum. Hetta hátíðarheldur Amnesty Føroyar, við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har ætlanin er at varpa ljós á ymisku mannarættindatrupulleikarnar

10. desembur hevur í nógv ár verið hátíðarhildin sum altjóða mannarættindadagur. Hetta fyri at hátíðarhalda dagin, tá heimsyvirlýsingin um mannarættindi varð samtykt.

- Tað, sum er serligt við heimsyvirlýsingini, er, at øll heimsins lond skrivaðu undir uppá, at øll fólk eru líka nógv verd, sigur Elin Mortensen, samskipari hjá Amnesty í Føroyum. Hon leggur afturat, at yvirlýsingin hevur verið grundtankin aftanfyri flestu átøk, ið eru gjørd til frama fyri mannarættindum seinastu 60 árini.


Amnesty og samkynd

Til tiltakið í dag helt Sonja Jógvansdóttir ein fyrilestur, har hon varpaði ljós á støðuna hjá teimum samkyndu í Føroyum og í Heiminum. Hon greiddi millum annað frá, hvussu stríðið hjá teimum samkyndu hevur verið í Føroyum.

Eilin Mortensen er eisini av tí fatan, at tey samkyndu ikki hava nóg góð kor, og at hetta er nakað Amnesty hevur arbeitt fyri leingi.

- Samkynd og Amnesty hoyra rættiliga væl saman. Í summum londum verður mann dripin, um mann er samkyndur, og tað er ikki rætt, um heimsyvirlýsingin, sum øll lond hava skrivað undir, skal haldast, sigur Elin Mortensen. Hon leggur afturat, at tey samkyndu er ein av teimum minnilutabólkunum, sum hava verið og eru undir mest trýstið frá samfelagnum.

- Tað er munur á samkyndum í Føroyum. Alt eftir, hvar í samfelagnum. Men støðan hjá teimum er als ikki nøktandi, metir Elin Mortensen.


Nógv úrslit

Síðan Amnesty var sett á stovn í 1961 og í Føroyum í 1965, metir Elin Mortensen, at sera nógv úrslit eru komin burturúr.

- Í 1977 vóru bara 16 lond, ið høvdu tikið deyðarevsing av. Í dag eru tað 136 lond. Í tí sambandi meti eg, at Amnesty hevur havt ein virknan leiklut, metir samskiparin. Hon metir eisini, at Amnesty hevur havt nakað at siga í samband við avtøkuna av Apartheit og tá hjálondini blivu fræls.

Tó metir hon, at nógv er eftir enn, og serliga støð sum Darfur, Simbabve, Myamar og Kongo eru í eini støðu, ið als ikki kann góðtakast.


Tónleikur og fyrilestrar

Í samband við dagin í dag, skipar Amnesty allan dagin fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Í morgun vóru næmingar úr miðnámsskúlunum til fyrilestrar og tónleik, og í kvøld er konsert við fýra bólkum.

- Tað er ein sannroynd, at tónleikur er ein góður háttur at koma út til fólk, og tí hava vit valt at hava ein konsert í samband við dagin, greiðir Elin Mortensen frá. Hon fortelur eisini, at tiltakið, sum var í morgun, er ein liður fyri at fáa tey ungu meira við í Amnesty, tí samskiparin metir, at tað er sera umráðandi at fáa tey ungu at skilja boðskapin hjá Amnesty.