Altjóða útbúgvingarvika

Tíðindaskriv

Skal altjóða útbúgvingarvikan 2004 vera á tínum skúla?
Tað eru nógvir møgu-leikar at skipa fyri bæði stórum og lítlum tiltøkum í undirvísingini í viku 45 í ár. Lesið meira og boðið frá tiltøkum, so at eisini vit í Føroyum eru luttakarar í altjóðanini. Á henda menna vit evnini hjá næmingunum at taka við avbjóðingunum sum altjóða samfelagið setur teimum í framtíðini.
Altjóða vika í døgunum 15.-19. nov.
Heitt verður á skúlar í øllum landinum um at vera við og skipa fyrit tiltøkum í vikuni
Verið við og tekni tykkara tiltak:
www.ciriusonline.dk/visaktivitet.asp?id=200186
Altjóða útbúgvingarvikan er fyri allar skúlar frá fólkaskúla til universitet og aðrar útbúgvingarstovnar.
?Fái hugskot um hvat tit kunnu skipað fyri: www.ciriusonline.dk/VisArtikel.asp
?Fái ein vinarskúla ella vinarflokk í Avstralia, lesið meira: www.ciriusonline.dk/visaktivitet.asp
Hetta er tilboð til flokkar í fólkaskúlanum
?Lesið meira um hvat var í 2003: www.ciriusonline.dk/visaktivitet.asp

Lesið meira á www.ciriusonline.dk
Mánadagin 15. november skipar Cirius-DK fyri ein-um serligum tiltaki í sambandi við útbúgvingarvikuna. Mary Krúnprinsessa verður við á tiltakinum í DK. Tiltakið við avstralskum vinarflokkum er ætlað sum ein serlig heilsan til Mary krúnprinsessu. Cirius fær í samstarvi við Avstralsku sendistovuna samband við avstralskar skúlar.
Avstralskur vinarskúli
Tilboð til fólkaskúlar. Fái vinarskúla í Avstralia og samskiftið um terldupost við avstralsku næmingarnar. Er tú fólkaskúlalærari og hava næmingarnir hjá tær áhuga fyri at samskifta við næmingar í Avstralia, so kann Cirius í samstarvi við avstralsku sendistovuna hjálpa tær. Fyribils eru tveir kontaktpersónar í Avstralia. Tey kunnu geva fleiri upplýsingar um avstralsku skúlarnar,s um hava áhuga í at gerast vinarskúli við skúlar í Føroyum og Danmark:
Tasmania
Kontaktpersónur: Judy Whiteaker, [email protected]
Judy Whiteaker arbeiðir hjá útbúgvingarmyndugleikinum á Tasmania
Department Economic Development
GPO Box 646
Hobart Tasmania AUSTRALIA 7001
Phone: +613 6233 5763, Fax: +613 6233 5800
www.get-tasmania.edu.au

South Australia
Kontaktpersónur: Peter Calvaresi, [email protected]
Peter Calvaresi arbeiðir hjá útbúgvingarmyndugleikinum í South Australia
Department of Education and Children's Services
GPO Box 1152, Adelaide 5001
Phone: + 61 8 82263335, Fax: + 61 8 84104842
www.internationalstudents.sa.edu.au

Hevur tú okkurt at spyrja um áðrenn tú skrivar til Avstralia so set teg í samband við Jesper Langergaard á Cirius,
[email protected], tel:+ 45 33 957016.
Hugskot og íblástur til hvussu tú kann arbeiða við telduposti fáast á hesari heimasíðuni:
www.europeanschoolsproject.org/image/index.html