Altjóða dómari í kappríðing verið í Føroyum

Kappríðing: Pia Larsen, sum er altjóða dómari í kappríðing, var herfyri í Føroyum og helt skeið. Og í dag kemur sjálvur forsetin í FEIF, sum er altjóða felagið fyri íslandsross, til landið at halda fyrilestur

Í síðstu viku hevði Føroyskt Íslandsrossafelag vitjan av Piu Larsen úr Danmark. Pia Larsen er altjóða dómari í ríðikappingum, og hon steðgaði á í Føroyum í tríggjar dagar, har hon helt skeið fyri føroyskum dómarum.

Formaður í dómaranevndini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag er Heðin Samuelsen. Hann sigur, at endamálið við vitjanini og skeiðnum var at fáa sonevndar heimadómarar í føroyskari kappríðing.

Tað eru trý dómarastig í kappríðing. Fyrsta stigið er heimadómararnir, sum bert kunnu døma í kappingum í Føroyum. Næsta stigið er ríðidómari, sum krevur tvey ára útbúgving afturat. Og triðja stigið er so altjóða dómari ? t.e. ein dómari, sum kann døma í altjóða kappingum.


Føroyskir dómarar ódrúgvir

Heðin Samuelsen sigur, at hóast nógvir av føroysku dómarunum hava dømt í nógv ár, er tað ikki fyrr enn nú, at farið verður undir eitt miðvíst arbeiði við at útbúgva dómarar, og at krøv verða sett.

? Føroysku dómararnir hava verið rættiliga ójavnir. Vit kunnu eisini siga, at fólk hava verið rættiliga ódrúgv sum dómarar, sigur Heðin Samuelsen.

? Hetta við at útbúgva dómarar er sum í hondbólti og fótbólti. Vit fylgja reglunum í norðurlondum, og fyri at fylgja við, mugu vit eisini gera okkurt fyri dómarastøðið, sigur hann.

Heðin Samuelsen vísir annars á, at tað krevjast nógvar royndir, áðrenn ein kann gerast rættiligur dómari. Og harafturat er eisini eitt aldursmark fyri, hvussu gamal ein dómari kann vera.

Eini 15 fólk luttóku á skeiðnum hjá Piu Larsen, og væntandi kemur hon aftur um okkurt um eitt ár.


Forsetavitjan

Annars fær Føroyskt Íslandsrossafelag fína vitjan í næstum. Tað er sjálvur forsetin í FEIF ? altjóða felagið fyri Íslandsrossafelag ? sum kemur til landið í dag.

Lasse Eklund er svii og skal halda fyrilestur í kvøld. Tað verður klokkan 19.30 í ÍSF-húsinum, har Lasse Eklund fer at siga rossafólki eitt sindur frá um felagsskapin FEIF. Sagt verður í tíðindaskrivi, at øll íslandsrossaáhugað eru vælkomin til hetta tiltakið.

Íslandsross gerast alsamt betur umtókt runt um í heiminum. Tey gerast alt vanligari niðri í Europa og eisini í USA.

Í fjør var HM-kapping hildin í Seljord í Noreg, har tveir føroyingar vóru við. Ein av áskoðarunum í kappingini var fyrrverandi íslendski forsetin Vígdis Finnbogadóttur.

Føroyingar gera sum so ikki serliga nógv um seg í altjóða kappingum, men í løtuni er nógvur framburður í felagnum Føroyskt Íslandsrossafelag, og nógv ung fólk halda seg til. Og tað er ikki bert í høvuðsstaðnum, men eisini runt um í landinum, eitt nú í Eysturoynni og í Vágum, har áhugin er sera nógv vaksandi fyri tíðina.


Úrslit frá kappingum seinasta vikuskifti:


Fjórgongd ung:


1. Durita H. Sørensen

Vic frá Árgerði

2. Rakul Heygsá

Frosti frá Kalvholti

3. Dina Splidt

Svalur


Fjórgongd:


1. Leif Berg

Vic frá Árgerði

2. Nina Brockie

Skjóni frá Slættanesi

3. Kristfríð D. Jacobsen

Sámur frá Dyrfinnustøðum


Fimmgongd:


1. Símun S. Petersen

Øgn frá Nýjabæ

2. Poli F. Joensen

Hrafnfinnur frá Kviarhóli


Tølt:


1. Nina Brockie

Skjóni frá Slættanesi

2. Leif Berg

Vic frá Árgerði

3. Poli F. Joensen

Stormur frá Norðurhlið