Altjóða Holocaustdagur í Vestmanna Skúla

Fríggjadagin var Altjóða Holocaustdagurin hildin í Vestmanna skúla – daguriner fyri at minnast sorgarleikin, tá seks milliónir jødar vórðu týndir undir seinna heimsbardaga

Holocaustdagur er 27. januar. Undir Seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk frá øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast hendan sorgarleik er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. 

Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi. Tí var tann 27. januar valdur at vera minningardagur á hvørjum ári.

Fríggjadagin var hetta tiltakið í Vestmanna skúla, sum varð stroymt og sum kann síggjast og hoyrast her:

##med2## 

Skráin fyri tiltakið í Vestmanna skúla fríggjdagin var henda:

10.00 Kristianna Jacobsen, stjóri í Vestmanna skúla, bjóðar vælkomin 

10:05 Ólavur í Geil, samskipari, fortelur um,hvussu dagurin verður skipaður 

10:10  Gunnar Isfeld, lærari og søgufrøðingur á Glasi, greiðir frá fólkadrápinum í Ruanda í 1994 

10:25 Dan T. Hansen, skálamaður, búsitandi í Danmark, sum var í økinum í 1994, greiðir frá, hvussu hann upplivdi støðuna. Video 

10:40 Kate Sanderson, sendikvinna Føroya í London, sigur frá, hví Stóra Bretland vil senda flóttar til Ruanda í dag. Video 

10:50 Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, greiðir frá um transgenerationalt trauma, og hvussu hópdráp ávirka ættarlið 

11:05 Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroya, um mannrættindi og rættvísi. Video 

11:15 Næmingar úr Vestmanna skúla greiða frá, hvat tey hava lært av altjóða holocaustdegnum í dag