- Kendir høvundar og listafólk í Norðurlandahúsinum mikudagin 10 juli.
Please bring strange things.
Please come bringing new things.
Let very old things come into your hands. (…)
Walk carefully, well-loved one,
Walk mindfully, well-loved one,
Walk fearlessly, well-loved one.
Return with us, return to us,
Be always coming home.
Ursula K. Le Guin from Always Coming Home, 1985
Always Coming Home er eitt bókmenta- og listatiltak har fólk møtast frá nógvum londum og við list, kjaki og bókmentum endurhugsa møguleikar fyri hvat heimið kann vera í dag út frá eini vónarríkari tankagongd m.a. íblást av høvundanum Ursulu K. Le Guin.
Upprunaliga hevur orðið økologi ella vistfrøði rót í orðinum ’oikos’ sum á greskum merkir heim. Franski heimspekingurin Bruno Latour hevur sjósett hugtakið ’solostalgi’, ella tað ikki at føla seg heima heima og at leingjast heim meðan vit eru heima. Heimurin ikki longur er hin sami og heimið heldur ikki, bæði vit og onnur sløg av lívandi verum eru rakt av vantandi burðardygd.
Heim innihalda eisini størri heimar og aðrar lívsformar sum plantur, innflutt insekt (sum t.d. vespur), bakteriur og húsdjór. Okkara likam sum er okkara fyrsta heim, inniheldur eisini verur sum ikki hava sama DNA sum vit. Í okkum býr tað fremmanda og ókenda.
SKRÁ 10 juli 15.00-17.00
Ivan Niclasen er frásøgufólk fyri dagin
Ida Bencke kurator frá Laboratory for Aesthetics and Ecology og Kim Simonsen frá Eksil bjóða vælkomin
Yrkjarin og listakvinnan Angela Rawlings frá Íslandi - performance og upplestur frá bókini Sound of Mull (2019).
Upplestur og talk við høvundunum um heimið í dag: Siri Rannvá Hjelm Jacobsen (Dk), Kim Simonsen (Fo) og Eva Tind (Dk).
Julie Sass (Dk), Carl Jóhan Jensen lesa.
Amerikanski listamaðurin Scott Rettberg og Ida Bencke tosa um vistfrøðilist og heimið í dag í sambandi við at vit sýna part av verkinum hjá Scott Rettberg: TOXI•CITY: A CLIMATE CHANGE NARRATIVE
…
Um videoverkið
TOXI•CITY: A CLIMATE CHANGE NARRATIVE
(Kemur at kunna síggjast í Norðurstovu í summar).
Í teldugjørda videoverkinum Toxi•City: A Climate Change Narrative møta vit seks fólkum, sum hava fingið eitt heilt annað lív eftir at eitrandi flóðir og stormar hava broytt Eysturstrondina í USA. Verkið Toxi•City: A Climate Change Narrative er gjørt soleiðis, at eina telda skiftir søgurnar og myndirnar. Toxi•City hevur verið víst á nógvum listafestivalum kring heimin, m.a. á Venedig Biennaluni.
Leinkja: https://www.crchange.net/toxicity/
Um Listafólkini:
Angela Rawlings (IS) er yrkjari, phd. í listarligari skapan og performancelistafólk. Seinasta bókin hjá henni Sound of Mull útkom her í maj 2019.
Eva Tind (Dk) er yrkjari, høvundi og listakvinna. Hennara seinasta bók Ophav fekk óvanliga góð ummæli.
Kim Simonsen er føroyskur høvundi, útgevari og akademikari. Hann vann í 2014 M.A. Jacobsensa Virðisløn og hevur m.a. fingið stuðul frá Statens Kunstfond.
Carl Jóhan Jensen er føroyskur høvundi. Hann hevur í seinastuni fingið Listafólkaløn fyri høvundar í 2019, og annars er hann virðisløntur høvundi.
Julie Sass (Dk) er listakvinna. Hon hevur útgivið listabøkur og haft framsýningar á m.a. Steinprenti.
Siri Ranvá Hjelm Jacobsen (Dk) danskur høvundi av føroyskari ætt, m.a. til nógv umrøddu bókina Havbrevene (2018). Hon er eisini ummælari á Weekendavisen.
Scott Rettberg (US) fjøllistamaður og professari í elektroniskum bókmentum á Universitetinum í Bergen.
---
Tiltakið er partur av bókmenta- og listatiltakinum: Always Coming Home sum Forlagið Eksil kuraterar saman við Laboratory for Aestethics and Ecology (Dk/DE)
Leinkja: http://www.labae.org/publications/sound-of-mull
Leinkja: https://gfestival.fo/news/446