? Hevði ommubeiggi Amaliu vitað, hvussu nógvur hávi nú verður gjørdur burtur úr honum, og bók hansara, Barbu og Harra Pál.
Vit kunnu so bara gita okkum til tað, tí tað eru liðin 59 ár síðani, at Jørgen Frantz Jacobsen doyði, og tí kendi Amalia Danielsen ikki ommubeiggjan eins lítið og mamma hennara, Súsanna kendi hann.
Jørgen Frantz var elstur í barnaflokkinum, og hevði hann fimm yngri systkin, ein beiggja og fýra systrar. Yngsta systurin er Hella, sum er gift við Dánjal Paula Daneilsen, bónda í Búðini á Velbastað. Jørgen Frantz mátti lúta fyri tuberklunum í 1938 og eftir á lívi eru bert systrarnar báðar - tann yngsta og tann elsta, Anna Kathrina, sum er 95 ár og býr á Lágargarði í Havn.
Á torginum í SMS í Havn er í hesum døgum framsýning við lutum og myndum úr filminum, sum verður frumsýndur sunnudagin. Framsýningin er nevnd »í fótasporum Barbu«. Tá framsýningin varð sett í gjár klokkan 11, var tað 17 ára gamla Amalia Danielsen, sum klipti snórin.
Tað ljóðar annars, at filmurin um Barbu er av teimum allar bestu í donsku filmssøguni. Donsk bløð skriva um filmin, at hann er eitt »dampende hedt elskovs-hit«. Tey skriva, at filmurin er um girnd og um líðing, um hor, hatur, vón og um sterku urmegina hja føroysku náttúruni.
Filmurin hevur kostað 37 milliónir krónur, men tey, ið hava sæð filmin siga, at hann er allar tær 37 milliónirnar verdur.
» ? Og den flyvske forførerske - i skikkelse af norske Anneke von der Lippe - skal såmænd nok få spillet skillingerne hjem igen, når hun tumlker lystigt omkuld i alkoven med sin smaskforelskede præstemand hr. Poul«, skrivaði Ekstrablaðið í síðstu viku.
Nils Malmros hevur alla tíðina sagt, at skaldsøgan um Barbu og harra Pál er størsta kærleiksskaldsøgan í Norðurlondum. Fólk, ið hava sæð filmin, siga at hann livur upp til hetta skoðsmálið hjá Malmros.
Føroyska ferðavinnan væntar sær nógv burtur úr reklamuni, sum filmurin fer at geva Føroyum í útheiminum. So er spurningurin, um filmurin kann fáa sama týdning, sum »Brave Heart« hjá Mel Gibson fekk fyri Skotland. Men eini Barbu-effekt sleppa vit valla undan, og vit hava longu hoyrt um túrir, við sama heiti sum framsýningin í SMS - í fótasporum Barbu?