Hon er ein av teimum ungu stjørnunum í Danmark, sum er blivin kend við at undirhalda ungfólki í sendisrøðini Paradise Hotel. Har gongur tað lívliga fyri seg, og Amalie var ein av profilunum í seinastu røðini av Paradise Hotel, sum føroyskir ungdómar eisini hyggja at.
Amalie Josephine Kejser Szigethy er 19 ára gomul. Pápi hennara er úr Ungarn, og mamma hennara er donsk.
Fyrr í ár var Amalie við í Paradise Hotel, og har gjørdist hon kend fyri millum annað nakrar øðrvísi útsagnir.
- Stinna, dámar tær at ganga runt og lata teg í sum ein russisk roulett, spurdi Amalie einaferð - og so koyrdi tokið.
Síðani hevur TV3 gjørt eina nýggja røð við henni, har fólk hava kunnað fylgt við royndunum hjá henni at blíva poppsangari, samstundis sum lívið skal livast við veitslum, shopping og vinum. Og hendan røðin var so væl umtókt, at TV3 ætlar at gera eitt nýtt umfar við Amalie og hennara lívi.
Poppurin
Tað hevur eisini gingið framá hjá Amile í royndini at gerast poppsangari, og hon hevur havt nógvar framførslur á dansistøðum í Danmark. Sangurin Du og Jeg hevur eisini verið at hoyra í donskum útvarpi, og í samstarvi við dugnaligar poppframleiðarar er okkurt, sum bendir á at Amalie kann fáa okkurt popphitt afturat.
Nú kemur Amalie so til Føroya á vitjan. Leygarkvøldið verður hon við á tiltaki í ítróttarhøllini á Hálsi, har eisini Páll Finnur Páll fara at spæla. Amalie fer at hava eina framførslu við sínum egna popptónleiki – og hon trívir sjálvsagt í sangin Du og Jeg.
myndatekstur:
Reality-stjørnan Amalie leggur leiðina forbí í Føroyum um vikuskiftið