Føðingardagin heldur hann í dag, tá ið tað fyrst verður opið hús heima í Lambagerði 1 frá klokkan 10 til 14 og síðani, tá ið hann letur framsýning upp í Gallerí Focus í Gríms Kambansgøtu. Har verður opið millum klokkan 16 og 18.
Amariel er ættaður úr Klaksvík. Hann vaks upp á Gørðum, og foreldrini vóru Nanna, fødd Olsen og ættað úr Kollafirði, og Johan David Matras. Í 1928 fekk pápin sær Norðoy sum eftirnavn. Tey fingu tíggju børn, og Amariel er nummar fimm í røðini.
Amariel lærdi 1961-65 til skipstimbrara á bedingini á Stongunum. Lærlingarnir vóru nógvir, og tað var nógv lív í. Í frítíðini róðu teir eitt nú kapp, og Amariel var við til at manna Klaksvíkingin, tá ið tað nøkur av hesum árunum gekk heilt væl hjá 10 mannafarinum.
Onkrir lærlingar royndu seg við blýanti og pensli. Hjá Amarieli festi áhugin rættuliga í, og hann luttók á framsýningum, sum á Norðoyastevnu plagdu at vera í gamla tekniska skúla, og har tað millum meiri royndu luttakararnar vóru eitt nú Elinborg Lützen, Frida Zachariassen, Fridtjof Joensen, Hans Jákup Glerfoss og Poulina Joensen. Fleiri unglingar stillaðu fyrstu ferð út á hesum framsýningunum, har eisini lokali Janus úr Jákupslon plagdi at vera við, og millum hesar vóru eitt nú Páll Purkhús, og eisini Amariel Norðoy (fyrstu ferð í 1967) og Olivur við Neyst, sum nógvu tey seinastu árini hava verið við til at mynda føroyska listarpallin.
Amariel var handverkari og skipsmaður - eitt nú var hann í Grønlandi og róði út frá skipi - og so fekst hann nógv við listina. Millum annað syrgdi hann fyri, at fleiri av kendu listarfólkunum sýndu fram í Klaksvík. Í 1970 luttók Amariel fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini, og í 1976 var hann fyrstu ferð við á framsýning uttanlands. Tað var á føroyskari framsýning á Den frie í Keypmannahavn.
Frá 1977 og til 1983 var Amariel næmingur á kunstakademinum í Keypmannahavn. Hann gekk hjá Robert Jacobsen, Sven Dalsgård og Dan Sterup-Hansen. Oljan var og hevur síðani verið tað, sum hann hevur fingist mest við. Hann hevur eisini roynt seg á øðrum økjum, og hann mundi vera fyrsti føroyingurin, sum fekst við steinprent. Í 1984 var hann á grafiskum skeiði í Finnlandi.
Tíðin í Keypmannahavn og útbúgvingin á kongaliga akademinum og mongu ferðirnar, sum Amariel hevur gjørt eitt nú longri suðuri í Europa, har hann hevur granskað list, og har hann hevur arbeitt sum listarmaður, hava sjálvandi verið íblástur. Fyri stuttum hava Amariel og konan verið í Fraklandi, har hann hevur leitað sær íblástur, og um ikki so langa tíð skal hann til Róm at arbeiða.
Men hóast allar ferðirnar og steðgirnar aðra staðni í heiminum, so hevur Amariel verið ógvuliga góður við motivini, sum hann so at siga hevði við sær sum førning, tá ið hann tók fyrstu fetini inn í listarheimin. Pápin átti deksbátin Norðan, sum hoyrdi til myndina á vánni í Klaksvík. Amariel vaks upp í útróðrarumhvørvinum á Stongunum, og Norðan, Vágin í Klaksvík og serliga Mikladalur og seinni Havnarvág síggjast framvegis ofta aftur, hóast litspælini og kompositiónirnar sjálvandi eru nógvar og nógv broyttar og mentar. Tey seinnu árini hevur Amariel eisini málað nógv portrettir.
Bæði í útisetatíðini og síðani hann flutti aftur til Føroya og búsettist í Havnini, hevur Amariel verið ógvuliga virkin. Hann hevur prýtt nógvar bøkur - ofta hevur tað verið í samstarvi við Jógvan Isaksen - og tvær bøkur eru skrivaðar um listina hjá Amarieli. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav ta fyrru út í 1987, og Norðurlandahúsið gav ta seinnu út í 1997. Í báðum førunum skrivaði Jógvan Isaksen tekstin.
Framsýningarnar hava verið óteljandi - bæði í Føroyum og aðra staðni - og tá ið hann hevur verið einsamallur og saman við øðrum. Á hvørjum ári í fram móti einari fjórðingsøld hevur Amariel sýnt fram í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannhavn, sum Kurt Svendsen, ið hann hevur sera gott samstarv við, hevur ábyrgdina av. Millum tær stóru framsýningarnar teljast eisini Scandinavian Today, ið var framsýning, sum 1982-83 var ymsa staðni í USA og framsýningin, sum Amariel fyri tíggju árum síðani hevði í Listaskálanum í sambandi við hálvt hundrað ára føðingardagin.
Amariel er giftur Mariannu, sum eisini er ættað úr Klakvík, og sum hevur røtur á Syðradali og í Mikladali. Tey eiga tvey børn - Majfinn og Kristianna - og Amariel eigur trý abbabørn. Marianna og hann búgva í Lambagerði 1, og Amariel hevur atelier í kjallaranum. Konan lærdi til sjúkrasystir og nýtti í nógv ár útbúgvingina. Men nú eru nøkur ár síðani, at hon gavst við tí og fór undir at reka Gallerí Focus í Gríms Kambansgøtu í Havnini.
Amariel er sera fryntligur og fyrikomandi maður. Honum dámar væl umhvørvið niðri við sjógvin, hann hevur bát, og saman við konuni er hann viðhvørt í fjørðinum. Amariel hevur lætt við at koma á tal við fólk. Hann er fínur eygleiðari, og hann hevur meistarliga góð evni at siga frá. Tey munnu vera so mong, sum kunnu skriva undir uppá, at tað hava verið hugnaligar løtur, tá ið Amariel er steðgaður á og hevur givið sær stundir til eitt prát.