Amazonair í Australian Bar

Danski bólkurin hjá føroyska gittarleikaranum Sólbjarti Pæturi Sivertsen, Amazon air bjóðar á heimasíðu síni fjepparum at fáa atgongumerkið við avsláttri tá bólkurin spælir í The Australian Bar í Keypmannahavn fríggjakvøldið.

 
Tá bólkurin fer á pallin í Australien Bar, er tað við nýggjum ljómborðsleikara, fyrrverandi ljómborðsleikarin er farin til Sveits í lestrarørindum, og ein nýggjur maður er komin í hansara stað.
 
Á heimasíðuni hjá bólkinum ber til at taka niður eina innbjóðing, at hava við inn á konsertina, við hesi innbjóðing kostar atgongumerkið 30 kr. ístaðin fyri 50 kr. Sí www.amazonair.net