Ambod.fo: Risa føðingardags útsøla

Ambod.fo fyllir átta ár, og eitt ár er síðan, at fyritøkan flutti í nýggj og størri hølir í Mykinesgøtu 7.

 

Kristian Holm Joensen og Hjalti Lamhauge frá Ambod.fo bjóða øllum vælkomin í handilin í Mykinesgøtu 7, har stór útsøla byrjar nú mikudagin við nógvum fantastiskum tilboðum.

Fyri einum ári síðan flutti Ambod.fo inn í bygningin í Mykinesgøtu 7. Hetta var hart tiltrongt, tí gomlu hølini í J.C. Svabosgøtu vóru blivin alt ov lítil til tað støðugt veksandi virksemi hjá fyritøkuni. 

 

At keypa ein so stóran bygning, var eitt stórt stig fyri eina so lítla fyritøku, men hetta var alneyðugt, soleiðis sum støðan var og fyri at kunna bjóða nøktandi tænastu og vøruúrval framyvir. 

 

Hetta fyrsta árið á nýggju adressuni hevur hilnast sera væl. Sølan hevur verið góð, og úrvalið av vørum er vaksið sera nógv. Parkeringsmøguleikarnir, sum var tann heilt stóri trupuleikin í gomlu hølunum, eru munandi batnaðir.

 

Ambod.fo byrjaði í sera smáum hølum fyri átta árum síðan. Fyrsta goymslan var í einari holu undir einum sethúsum, so nógv er hent hesi árini.

 

##med2##

 

- Bygningurin í Mykinesgøtu 7 verður vónandi og væntandi síðsta staðseting hjá fyritøkuni, og her trívast vit væl, sigur Hjalti Lamhauge.

 

Hann vísir á, at tá Ambod.fo keypti gamla verkstaðið, beint yvirav Landssjúkrahúsinum, hildu teir, at hetta var ríkiliga stórt, men teir ásannaðu skjótt, at so var ikki. 

Vinnulívið í og rundanum Mykinesgøtu er blómandi, og sera nógv fólk ferðast her dagliga.

 

- Hetta gevur eina sera góða synergieffekt fyri fyritøkurnar, sum húsast her, og tí lá tað líka til høgra beinið at flyta handilin.

 

Hjalti Lamhauge sigur, at teir merkja á fólkum í økinum, at tey eru glað fyri, at ein amboðshandil liggur í hesum partinum av býnum.

 

- Úrvalið, sum vit umboða, er bæði til vinnu og privat, og til hetta hava vit eitt sera gott samstarv við nógvar sterkar veitarar, og kunnu tí kunnu vit stórt sæð útvega alt, sum spurt verður eftir.

 

##med3##

 

Í dag starvast umleið 4-5 fólk í fyritøkuni. 

 

- Nú Ambod.fo verður átta ár, og vit hava húsast í nýggju hølunum í eitt ár, kann tað ikki fara stillisliga framvið.

 

Mikudagin hin 12. oktober byrjar útsølan við sera nógvum góðum tilboðum, heilt upp í 75%.

 

- Vit bjóða eisini kaffi, køku, sodavatn og okkurt gott til børnini hendan dagin, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Hjalti Lamhauge. 

 

##med4##

##med5##

 

Kristian Holm Joensen og Hjalti Lamhauge frá Ambod.fo bjóða øllum vælkomin í handilin í Mykinesgøtu 7, har stór útsøla byrjar nú mikudagin við nógvum fantastiskum tilboðum.

Fyrsta árið á nýggju adressuni hevur hilnast sera væl. Sølan hevur verið góð, og úrvalið er vaksið sera nógv.