Komandi og fráfarandi løgmaður: Beinir Johannesen og farbróðirin, Aksel V. Johannesen

Samgongan er nú í pottinum

Tíðindafundur verður væntandi í morgin kl 10, har samgonguskjalið verður undirskrivað

Komandi og fráfarandi løgmaður: Beinir Johannesen og farbróðirin, Aksel V. Johannesen

Tað sigur Beinir Johannsen, samráðingarleiðari og formaður Fólkafloksins. Tað liggur eisini í kortunum, at hann verður løgmaður.

 

– Vit eru liðug við samgonguskjalið, og málsøkjabýtið er eisini avgreitt, sigur komandi løgmaður, sum enn ikki fæst at siga nakað um, hvat stendur í samgonguskjalinum. Hann vil heldur einki siga um talið av landsstýrisfólkum ella um, hvørji fólk koma í landsstýrið.

 

– Vit fara at skriva undir samgonguskjalið á tíðindafundin í morgin, sum helst verður klokkan 10, sigur Beinir Johannesen.

 

Hann sigur, at í dag eru bara nakrar smávegis fínpussingar av samgonguskjalinum á skránni - og so hittast partarnir aftur klokkan 15 at taka samanum.

 

Beinir Johannesen sigur, at hann veit ikki enn, hvørji landsstýrisfólk hinir flokkarnir ætla sær í landsstýrið, og hann veit heldur einki um, hvussu flokkarnir fyrihalda seg fyri javnstøðu í landsstýrinum.

 

Beinir Johannesen sigur, at tey hava kannað møguleikan at kalla tingið saman í morgin, men tað ber ikki til. Løgmaður kann vanliga kalla tingið saman. Men av tí at Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður og bara er virkandi løgmaður, so hevur hann  mist heimildina at kalla tingið saman. Tí verður løgmaður valdur á tingfundinum mánadagin klokkan 10.

 

Komandi og fráfarandi løgmaður: Beinir Johannesen og farbróðirin, Aksel V. Johannesen