11 fingu bót og klipp fyri at tosa í telefon

Tað kostar nógv at tosa í fartelefon, meðan tú koyrir bil

Tað kunnu 11 bilførarar sanna, sum í gjár fingu eina heilsan frá løgregluni. Tí tá steðgaði løgreglan 11 bilførararum, sum tosaðu í fartelefon, meðan teir koyrdu bil.

Tað kostar umframt eina bót upp á 1.500 krónur klipp í koyrikortið.

Í gjár tók løgreglan eisini ein mann niðri í býnum, sum var sera ólátaður. Hann varð tikin við á støðina og varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. Harumframt hevði hann eitt sindur av rúsevnum uppi á sær.

Ein var eisini tikin á skutara, sum koyrdi ímóti ferðslurætninginum í eini einsrættaðar gøtu í Havn.