Kuwait og Emiratini siga frá iranskum álopum

- Iransku álopini hava elvt til umfatandi oyðileggingar á undirstøðukervið, siga myndugleikarnir í Kuwait í morgun

Myndin er úr krígnum í Miðeystri, men hon er ikki av seinastu álopunum, sum hava verið

Bæði Kuwait og Sameindu Arabisku Emiratini siga frá iranskum loftálopum, hóast USA kunngjørdi vápnahvíld millum stríðandi partarnar seint í gjárkvøldið.

 

Sambært uttanríkisráðharranum í Iran, Abbas Araqchi, góðtekur Iran eisini vápnahvíldaravtaluna og gongur við til at lata Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu.

 

Abbas Araqchi legð aftrat, at Iran gevst við sínum álopum í Miðeystri, um USA og Ísrael gevast við sínum álopum á Iran.

 

Men, í morgun siga bæði Sameindu Arabisku Emiratini og Kuwait, at teirra loftverjuskipanir hava verið virknar, tí iranskar rakettir og dronur vóru á veg móti londunum.

 

Spurningurin er so, um hetta eru rakettir og dronur, sum eru sendar úr Iran, áðrenn vápnahvíldaravtalan kom í lag.

 

Sambært myndugleikunum í Kuwait høvdu iransku álopsvápnini olju-og orkuskipanir í Kuwait sum mál. 

 

- Iransku álopini hava elvt til umfatandi oyðileggingar á undirstøðukervið, vita myndugleikarnir í Kuwait at siga í morgun.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - fyri løtu síðan.

 

 

 

 

 

Myndin er úr krígnum í Miðeystri, men hon er ikki av seinastu álopunum, sum hava verið