Fólkakirkjan skrivar, at ein umsøkjari er til embætið, ið ætlandi verður sett 1. august. Kirkjuráðini, ið umvegis biskupin innstilla, fara at taka støðu til umsóknina í apríl. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið.
Hetta er aðruferð at lýst verður eftir virkandi sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald.
Fyrru ferð var áhugi fyri embætinum, tó kundi eingin tá byrja til ásettu tíð.










