Tann 20 ára gamli John Walker Lindh varð tikin fangi eftir bardagarnar millum Taliban og Norðursamgonguna um býin Mazar-i-Sharif. Hann greiddi fangavørðunum frá, at hann æt Abdul Hamid, men mamma hansara kendi hann aftur á einari mynd, sum stóð á internetsíðuni hjá amerikanska vikublaðnum Newsweek.
Hon og maðurin høvdu ikki sæð sonin í sjey mánaðir. Hann hevði tá gingið á einum andaligum skúla har norðuri í Pakistan, men valdi tá at fara til Kabul í Afghanistan. Í samrøðu við sjónvarpið CNN hevur John Walker Lindh sagt, at hann kendi seg hugtiknan av Taliban-rørsluni.
Tann 20 ára gamli amerikanarin var illa á holdum komin, tá hann varð tikin fangi í Mazar-i-Sharif. Sum Taliban-hermaður hevði hann eisini fingið sær stórt skegg.
Ein talsmaður hjá amerikanska verjumálaráðnum váttaði í gjár, at amerikansku herdeildirnar í Afghanistan hava ein fanga, sum sigur seg vera amerikanskan ríkisborgara.
John Walker Lindh vaks upp í Washington og í Kalifornia, og í Newsweek verður hann umrøddur sum ein skilagóður ungur maður, ið tók við islamskari trúgv sum 16 ára gamal.