Reinebringen, sum er 448 metrar høg, telist millum mest eftirspurdu støð hjá ferðafólki, sum leita sær niðan í fjøllini. Amerikanarin er kki hin fyrsti, sum hevur latið lív her í Lofoten.

Amerikanari datt oman og doyði í Lofoten

Løgreglan hevur sett í verk kreppuhjálp til tey, sum vóru nærindis, og tað vóru fleiri, sum sóu ferðamannin detta. 

Reinebringen, sum er 448 metrar høg, telist millum mest eftirspurdu støð hjá ferðafólki, sum leita sær niðan í fjøllini. Amerikanarin er kki hin fyrsti, sum hevur latið lív her í Lofoten.

Myndin oman fyri vísir staðið, rópt Reinebringen í Lofoten, har ein amerikanskur ferðamaður í dag datt út av og læt lív í fallinum.

 

Í kvøld sigur løgreglan í Nordland á Twitter, at tey avvarðandi hjá manninum, sum er í 20-unum, hava fingið boðini um vanlukkuna.

 

Løgreglan fekk boðini í dag klokkan 14.40, og átaksleiðarin í Lofoten, Kai Eriksen, sigur við tv2.no, at ein Sea King tyrla var við í royndini at bjarga manninum. 

 

Ungi maðurin, sum datt út av Reinebringen í Lofoten, var saman við einari kvinnu, hann er skyldur við. 

 

- Hon er týðiliga merkt av hendingini. Løgreglan hevur sett í verk kreppuhjálp til tey, sum vóru nærindis, og tað vóru fleiri, sum sóu ferðamannin detta. 

 

Sambært tv2.no hevur løgreglan sett í verk eina kanning, men løgreglan er sannførd um, at talan var um eina syrgiliga vanlukku.

 

- Reinebringen, sum er 448 metrar høg, telist millum mest eftirspurdu støð í Noregi hjá ferðafólki, sum leita sær niðan í fjøllini.

 

Lagt verður aftrat, at ungi amerikanski ferðamaðurin, sum var og vitjaði saman við øðrum, er ikki hin fyrsti, sum hevur latið lív her.

 

 

 

Reinebringen, sum er 448 metrar høg, telist millum mest eftirspurdu støð hjá ferðafólki, sum leita sær niðan í fjøllini. Amerikanarin er kki hin fyrsti, sum hevur latið lív her í Lofoten.