FÓTBÓLTUR
168 dystir á rað. Tað hevur eingin annar leikari í Premier League megnað áður, og tað ganga uttan iva nøkur ár, áðrenn metið verður tikið av onkrum øðrum. Maðurin, ið hevur sett hetta met, eitur Bradley Howard Friedel og er 37 ára gamal.
Brad Friedel umboðar í løtuni Aston Villa, men av teimum 168 dystunum, amerikanski málverjin hevur spælt á rað, eru einans 16 fyri Aston Villa. Restina av dystunum hevur hann spælt fyri Blackburn, har hann var í átta ár, áðrenn hann valdi at skifta felag til Aston Villa.
Amerikanarin er ikki bara royndur, men eisini ein nógv virdur málverji, sum hevur verið víða um á yrkisleið síni. Tað byrjaði á University of Calfornia í Los Angeles, har Friedel gjørdi var við seg sum ein dugnaligur og støðugur málverji. Seinni varð hann knýttur at amerikanska landsliðnum burturav, sum fyrireikaði seg til heimsmeistarakappingina í fótbólti í 1994.
Eftir hesa kapping gjørdi Friedel sáttmála við Newcastle, men orsaka av vantandi arbeiðsloyvi varð Friedel leigaður út til danska felagið Brøndby, har Friedel fyri tað mesta virkaði sum eykamálverji fyri Mogens Krogh.
Síðani gekk leiðin til turkiskan fótbólt, har Friedel spældi eitt kappingarár við stórfelagnum Galatasaray, áðrenn hann flutti aftur til USA og gjørdi sáttmála við Columbus Crew.
Í 1997 fekk Liverpool eyguni upp fyri evnunum hjá Friedel, sum tá var miðskeiðis í tjúgunum. Hann kom um jóltíðir, og í februar í 1998 fekk hann sína debut. Mótstøðuliðið var hansara núverandi felag Aston Villa. Hóast smá trý ár í Liverpool eydnaðist tað ongantíð Friedel at býta seg fastan á liðið, og í 2000 var leikaraloyvi hansara flutt til Blackburn, sum tá var undir leiðslu av Graeme Souness, ið eisini var manager hjá Galatasaray, tá Friedel var har.
Í Blackburn kom Friedel veruliga til sín rætt, og har var hann millum annað valdur ársins leikari, skoraði eitt mál og vann Carling Cup í 2002.
Í summar valdi Friedel at gera sáttmála við Aston Villa, og soleiðis sum tað gongur hjá Birmingham-felagnum, so iðrar hann seg neyvan um hetta.
Sunnudagin bastu teir Everton 2-3 á útivølli. Ashley Young gjørdi tvey mál fyri Aston Villa og Steve Sidwell eitt, meðan Juleon Lescott gjørdi tey bæði málini fyri Everton, ið einans hevur vunnið ein heimasigur í ár.
Seks tey fremstu vunnu
Aston Villa varðveitti við sínum sigri sítt fimta pláss. Hull beint aftanfyri Aston Villa vann ársins sjeynda sigur, tá teir við einum sjálvmáli og einum brotssparki frá King bastu Middlesbrough 2-1. Málið hjá Middlesbrough gjørdi turkin Tuncay.
Longur frammi á stigatalvuni vann Arsenal á Wigan. Málið gjørdi Adebayor, tá stívliga eitt korter var spælt. Hetta var 100. ferðin, at hann byrjaði inni fyri Arsenal, og var tað eisini ein hóskiligur máti at hátíðarhalda hetta lítla jubeleumið við.
Eitt pláss longur frammi ligur Manchester United. Teir gjørdu eins og Arsenal, og vunnu ikki meiri enn hægst neyðugt. Verjuleikarin Vidic skoraði, tá klokkan hevði rundað teir 90 minuttirnar, so tað var í tøkum tíma, at United tryggjaði sær tey trý týdningarmiklu stigini, og harvið fylgja Chelsea og Liverpool.
Tað var kortini hvørki óuppiborið ella óvæntað, at Manchester United vann. Teir stýrdu dystinum frá byrjan til enda, og haraftrat hevur tað ongantíð eydnast Sunderland at sigra á Old Trafford.
Liverpool, sum ikki hevur verið serliga sannførandi teir síðstu dystirnar, gjørdi júst tað, eitt oddalið skal gera, um teir ynskja at varðveita oddasessin. Á útivølli bastu teir Blackburn 1-3. Málini syrgdu Alonso, Benayoun og Gerrard fyri. Málið hjá ísraelanum Benayoun var hansara fyrsta í átta mánaðir. Santa Cruz skoraði fyri Blackburn.
Chelsea setti útivallarmet
Við sigrinum varðveitir Liverpool oddasessin, men Chelsea andar teir tungt í nakkan. Teir vunnu nevniliga 2-0 á Bolton við málum frá Anelka og Deco. Sigurin hjá Chelsea var tann 11. útivallarsigurin á rað, og harvið hevur Chelsea tikið 48 ára gamla metið frá Tottenham.
Men við sigrinum hjá Chelsea er spenningurin í toppinum av Premier League varðveittur. Tað er hann eisini í botninum, har West Bromwich, sum tað einasta av liðunum undir niðurflytingarmarkinum, fekk stig.