Amerikanska CO2-útlátið nógv minkað

Teir stóru búskapartrupulleikarnir í USA tey seinastu árini hava havt við sær, at í 2009 var amerikanska CO2-útlátið tað minsta síðani 1995. Útrokningar hjá umhvørvisverndarstýrinum EPA vísa, at amerikanska CO2-útlátið minkaði seks prosent frá 2008 til 2009. Orsøkin er, at amerikanararnir brúktu minni brennievni og minni orku.

EPA sigur, at útlátið í 2009 var 7,4 prosent størri enn í 1990, men 8,0 prosent minni enn í 2005. EPA sigur, at útlátið minkaði eisini frá 2007 til 2008.

Málið hjá Obama-stjórnini er, at USA skal skerja sítt CO2-útlát, soleiðis at útlátið í 2020 verður 17 prosent minni enn í 2005, men enn hevur ætlanin ikki fingið ta neyðugu undirtøkuna í Kongressini.