Amerikanski dreymurin um ein frítíðarbil

Eftir at BMW X5 er vorðin ein stór succes, serliga í USA, kemur nú ein nýggjur BMW X3 á marknaðin. X3 er nakað minni enn X5, men er gjørdur eftir sama konsepti.

BMW nevnir hesar bilarnar SAV (Sports Activity Vehicle). Hetta eru bilar, sum eru ser væl móttiknir sum frítíðarbilar í USA og Kanada.

BMW X3 er ein 4x4 við xDrive, ið er ein nýggj sera framkomin skipan, sum deilir kraftina millum for- og bakhjólini eftir tørvi. Bilurin er hevur góðar og tryggar koyrieginleikar, við tað at tyngdipunktið er eins lágt og á einum persónbili.

X3 fæst við bæði bensin- og dieselmotorum, og t.d hevur 3.0 litur common-rail dieselmotorurin 204 hk.

BMW X3 2,0 turbodiesel kann síggjast og roynast hjá Nordcar við Velbastaðvegin. Bilurin hevur 150 hk, koyrir 13,9 km/l og umleið 875 km pr. tanga.

BMW X3 2,0d kostar kr. 580.000,-