Og tað var júst tað, sum marknaðurin væntaði: Eina minni rentulækking.
Tað var aðru ferð í ár, at rentan varð lækkað nakað, eftir at hon eisini varð lækkað í september í ár.
Í síni viðmerking leggur amerikanski tjóðbankin dent á, at amerikanski vøksturin heldur fram við hóvligari ferð, men samstundis at arbeiðsloysið er vaksið, samstundis sum inflatiónin framvegis er ov høg, skrivar MarketWire.
FED metir eisini, at framvegis er stór óvissa um búskaparligu gongdina í USA.
Tí segði stjórin í Federal Reserve, Jerome Powell, eisini á einum tíðindafundi, at tað ikki er "ásett frammanundan", at rentan verður lækkað á næsta fundi í desember, sum annars var væntað.
Tann viðmerkingin hevur sent partabrævamarknaðin inn í tað reyða í USA.











