Síðani 2023 og fram til kappingarlok nú í heyst var Allan Dybczak venjari hjá NSÍ kvinnunum. Í 2023 endaði NSÍ á silvurplássinum í landskappingini, í fjør vunnu NSÍ kvinnurnar FM og í ár endaði NSÍ á silvurplássinum. Í steypakappingini vann NSÍ bæði í 2023 og í 2024, meðan NSÍ í ár tapti í fjórðingsfinaluni.
Tað var ímóti HB, sum eftir málleysan javnleik vann brotssparkskappingina.
Tað er nakað síðani, at tað var greitt, at Allan Dubczak ikki fór at halda fram í Runavík, og í kvøld boðar HB frá, at Allan Dybczak aftur verður venjari í HB, har hann vandi kvinnuliðið 2011 – 2014 og 2017 – 2019.
HB skrivar soleiðis í kvøld:
Eftir trý ár í útlegd kemur Allan Dybczak heim aftur í HB-húsið, har hann fer beint í ein vælkendan leiklut - sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum. Ein leiklut, sum hann fer at røkja til og við 2028.
Við sær hevur hann Petur Meinhard Magnussen, sum verður málmansvenjari hjá kvinnunum.
Eisini hevur Anna játtað at taka eitt tørn afturat sum liðleiðari.











