FSF skrivar:
- Steypafinaluhýrurin er í hæddini, og ein av teimum, sum gleðir seg ómetaliga nógv til fríggjakvøldið, er ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu
– Um eg ikki roknaði við, at vit fara at vinna, so hevði eg ikki farið á Tórsvølli. Og eg ætli mær suður fríggjakvøldið.
Tað sigur ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu.
FSF Varpið var ein túr í Sarpugerði mikukvøldið, tá Víkingur hevði sína næst seinastu venjing áðrenn sjálva finaluna.
Og meðan spælararnir kýttu seg undir leiðslu av Jóhan Peturi Poulsen, fingu vit orðið á Jógvan Salomon, sum eisini hevði onkur góð ráð til venjaran hjá Víkingi.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-varpið hevði við Jógvan Salomon Joensen:
##med2##










