Amerikanskir generalar hótta við at siga upp

USA herðir trýstið á Iran við at senda herskip og flogfør í Persaflógvan. Samstundis siga amerikanskir generalar, at teir siga upp í teirri løtu, forsetin gevur boð um álop á Iran.

Í London ávarar Tony Blair, forsætisráðharri, amerikanararnar ímóti at leypa á Iran. Í Washingon svarar Dick Cheney, varaforseti, at allir møguleikar standa opnir, eisini kríggj, og fleiri halda, at George W. Bush, forseti, ætlar sær at enda sítt forsetaskeið við at leypa á Iran.

Nógvir amerikanskir politikarar hava gjørt greitt, at teir eru ímóti einum álopi á Iran, og í gjár frættist, at fimm amerikanskir generalar og admiralar eru til reiðar at leggja frá sær, um forsetin ger av at seta álopið í verk.

Ein bretsk fregnartænastukelda sigur við blaðið Sunday Times, at fýra ella fimm her- og herflotaovastar hava gjørt av at siga upp í teirri løtu, Bush ger av at leypa á Iran. Sambæret blaðnum hevði eitt stig av hesum slagnum verið púra óhoyrt í USA. Fregnartænastukeldan vil vera við, at mótstøðan ímóti einum álopi á Iran er veksandi í verjumálaráðnum Pentagon, og at fleiri herovastar halda eitt tílíkt álop vera nógv truplari, enn tað kanska kann tykjast.

Í dag er fundur í London um iransku kjarnorkuætlaninar, har umboð fyri Bretland, USA, Russland, Týskland, Frakland og Kina skulu umrøða støðuna.


CIA í Iran

Amerikanararnir hava longu tikið síni egnu stig. Í síðstu viku kom flogberin "USS John C. Stennis" í Persaflógvan, so nú hevur USA tveir flogberar og fleiri minni herskip í flógvanum. Harafturat hevur amerikanska flogvápnið flutt seks stór bumbuflogfør, sum kunnu hava kjarnorkubumbur, av einari flogstøð í Bretlandi til kyrrahavsoynna Diego Garcia. Sambært blaðnum Sunday Telegraph er hetta gjørt, fyri at USA skal sleppa frá at biðja Bretland um loyvi til at brúka flogførini til álop.

Sunday Telegraph vil eisini vera við, at amerikanska fregnartænastan CIA hevur fíggjað ymsar andstøðubólkar í sjálvum Iran og eggjað teimum til at arbeiða ímóti politikkinum hjá Mahmoud Ahmadinejad, forseta. Eitt nú skal CIA hava latið kurdunum har vesturi í Iran fíggjarligan stuðul.

John Pike, sum stendur á odda fyri granskarabólkinum Global Security í Washington, vísir í samrøðu við Sunday Telegraph á, at í seinastuni hava fleiri álop og bumbuspreingingar verið í Iran, og hann ivast ikki í, at tað eru CIA-stuðlaðir bólkar, sum hava skipað fyri álopunum.

Hann ávarar samstundis USA ímóti at leypa framav, tí samstarv við teir iransku bólkarnar kann enda sum samstarvið millum CIA og Taleban í Afghanistan, sigur hann.

-Teir taka ímóti pengunum, men so skjótt teir fáa vald, venda teir sær ímóti USA, sigur John Pike.