Amerikanskt flogfar dottið niður í Libya

Amerikanska herleiðslan sigur, at eitt amerikanskt jagaraflogfar av slagnum F-15 E Eagle satt niður í Libya í gjárkvøldið. Sagt verður, at tvey fólk vóru í flogfarinum, og at tað eydnaðist teimum at skjóta seg út, áðrenn flogfarið datt niður.

Herleiðslan sigur, at flogfarið datt niður í einum øki, sum uppreistrarmenninir hava ræðið á, og at tey bæði fólkini, sum vóru í flogfarinum, eru á lívi.

Sambært Sky News var tað eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at flogfarið datt niður.