Ammoniakk-lekin í Fuglafirði: Vandin er av nú

Nú er allur vandi av í Fuglafirði, og tey kunnu lata bæði hurðar og vindeygu upp

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Tað var fyrr í kvøld, at boð komu frá løgregluni umvegis átaksleiðaran í Fuglafirði, um at fólk í Fuglafirði nærindis havnarlagnum máttu lata hurðar og vindeygu aftur, at ammoniakk lak úr grønlendska trolaranum Tassilaq, sum liggur við bryggju har.

– Teir funnu beinanvegin lekan hava nú steðgað honum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

– Fólk frá Frost eru farin umborð at kanna máli og bøta brekið, sigur hann.

Tað vísti seg, at tað var ein ventilur, sum var brotin. Manningin fekk skjótt skalkað rúmini av, sigur vaktleiðarin, sum vísir á, at ammoniakk er flótandi, men tá tað kemur út í luftini útviklar tað nógv gass - og tað luktar illa.

Hann sigur, at sløkkiliðsfólk í serligum kemikaliidraktum fóru inn at bæsa lekanum við vatni, sum bindur ammoniakkið. Soleiðis slapst fram at at umvala ventilin. Ammoniakkið rennur bara út við vatninum, og tað stendst eingin dálking av tí, sigur vaktleiðarin.

Tað stutta av tí langa er, at allur vandi er av í Fuglafirði, og neyðugt er ikki longur at hava vindeygu og hurðar afturlatin.