Vaktleiðarin á politistøðini í Havn upplýsir, at ein bilur við fleiri ungum fólk í, fór út av vegnum á Nesi um eitt tíðina í nátt.
Sambært politirapportini hendi óhappið av ósketni, og eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, sigur vaktleiðarin.
Í nátt hevur løgreglan eisini tikið nummarplátur, eins og undanfarnu næturnar. Nummarpláturnar verða tiknar av bilunum eftir boðum frá Akstovuni, tá bileigarin annaðhvørt ikki hevur rindað trygging ella veskatt, ella um hann ikki er møttur til sýn við bilinum.
##med2##
Hesaferð hevur løgreglan verið í Klaksvík, har nummarpláturnar vórðu tiknar av seks bilum.