Tað sæst í grein, sum Dagmar Næs-Joensen skirvar í Vísindavøku-blaðnum, sum er í Sosialinum hetta vikuskiftið.
Har stendur millum annað:
Stjórnin hjá Donald Trump, for seta í USA, er farin í hernað móti amerikanskum universitetum og granskingarstovnum. Forsetin hevur, síðani hann kom til valdið í januar, sett eina røð av átøkum í verk móti amerikanska granskingarumhvørvinum. Játtanir eru skerdar, fígging av útlendskum verkætlanum er steðgað, og avmarkingar eru settar fyri, hvørji granskingarevnir kunnu fáa stuðul.
Herfyri undirskrivaði hann eisini eini forsetaboð um, at politiskt tilnevnd fólk skulu hava umsjón við útbjóðing og góðkenning av granskingarverkætlanum. Hendan uppgávan hevur higartil ligið hjá óheftum serfrøðingum og granskar um.
Eftir at Donald Trump tók við sum forseti, eru nógvar granskingardátur og vísindaligar greinir tiknar burtur frá almennum net síðum. Stórir granskingarstovnar sum Harvard University eru tí farnir undir í staðin at goyma dátur í óheftum goymslum.
Sambært eini kanning hjá viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Nature umhugsa tríggir av fýra amerikanskum granskarum nú at rýma úr USA. Serliga eru tað Evropa og Kanada, ið granskarar í USA vilja flyta til.
Lesið meira í blaðnum Vísindavøka, sum Granskingarráðið gevur út í sambandi við Vísindindavøku, sum verður í Sjóvinnuhúsinum 26. september. Blaðið fæst í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo