Veruleikin er tann, at ísraelsku vatnmyndugleikarnir hava víst aftur ákæruna frá Amnesty International, sum varð kunngjørd 27. oktober, og sum førir fram, at ísraelar drekka seg ótystar av vatni, sum palestinar skuldu fingið. Vatnmyndugleikar Ísraels vísa øllum áskærum aftur og siga, at palestina-arabarar framvegis bróta Oslo-sáttmálan við at bora ólógliga eftir vatni og dálka natúruna við óviðgjørdum avlopsvatni:
»Frágreiðingin frá Amnesty International er ikki røtt. Og tá er hetta sagt varliga«, hevur talmaður Ísraels, Uri Shore, boðað frá. Hóast ákæruna um, at Ísrael tekur burtur vatn frá tí sum nú er undir palestinskum myndugleikum, so er nøgdin av vatni, ið er til taks fyri palestinum síðani seks daga kríggið í 1967 í veruleikanum økt, meðan ísraelar hava mist 70% av vatngoymslum sínum. Vatn-myndugleikar Ísraels hava eisini sent út hesa fráboðan:
»Nøgdin av vatni, íroknað tær nøgdir, ið eru til taks undir jørð, tað vil siga, nøgdin av tí vatni, sum var atkomuligt hjá hvørjum einstøkum ísraelsfólki undan juni 1967 var 500 kubikk-litrar um árið. Í dag eru talið 149 kubikk-litrar, meðan vatn til palestina-arabar í veruleikanum er økt við 22%. Frá 87 kubikk-litrum til 105 árliga til hvønn.«
Samstundis nýta palestina-arabarar ikki avlopsvatnið til landbúnaðin, soleiðis sum avrátt var í 1995 í Oslo-avtaluni. Gerald Steinberg professari sigur:
»Frágreiðingin frá Amnesty International snarar málið viðvíkjandi vatnspurninginum og kemur ikki inn á lógar- og søgugongdina, ið ikki er so einføld, fyri einaferð enn á rangan hátt at seta Ísrael fram sum eitt harðræðisstýri. Frágreiðingin verður borin fram á ein trongskygdan hátt, sum einans gevur Ísrael skyldina fyri alt, soleiðis at palestinska leiðslan verður fríkend fyri ábyrgd av avtaluni, ið varð undirskrivað í samband við Oslo-avtaluni.«
Amnesty International hevur gjørt mangt dygdararbeiði í farnum árum. Sjálvur var eg limur í hesum felagsskapi í mong ár. Men eg tók meg úr Amnesty International av fleiri orsøkum, m. a. vegna teirri margháttligu støðu, ið hesin felagsskapur hevur latið komið til sjóndar viðvíkjandi Ísrael. Vónandi ger onkur góð sál í felagsskapinum vart við hetta á røttum stað, so at broyting kemur í framyvir.