Carlo Ancelotti er á gáttini til at vinna spanska meistaraheitið við Real Madrid. Spanska høvðusstaðarfelagið er 15 stig frammanfyri FC Barcelona og skal bara hava eitt stig um vikuskiftið fyri at tryggja meistaraheitið.
Venjarin hjá Real Madrid er tann dámligi Carlo Ancelotti. Fyrrverandi miðvallarin, sum hevði sína stórheitstíð í AS Roma og AC Milan sum spælari, hevur vunnið meistaraheitið sum venjari í Italia, Onglandi, Fraklandi, Týsklandi og nú bendir alt á, at hann eisini vinnur tað spanska meistaraheitið.
Tað hevur ongin klárað undan honum. Carlo Ancelotti, sum í kvøld skal takast við Pep Guardiola og Manchester City, vann í 2003 italska meistaraheitið við AC Milan. Í 2010 førdi hann Chelsea til meistaraheitið í Onglandi og trý ár seinni vann hann franska meistaraheitið við PSG. Í 2017 vann hann Bundesliguna í Týsklandi við Bayern Munchen.