Í gjár var fyrra hálvfinalan í Champions League millum favorittarnar Real Madrid og Manchester City. Tað endaði við javnleiki 1-1, men venjarin hjá Real Madrid er sannførdur um, at málið hjá Manchester City ikki skuldi verið góðkent.
Real Madrid – Manchester City 1-1 (1-0)
1-0 Vinicius Junior, 36
1-1 Kevin De Bruyne, 67
Hetta er mett sum morlaska finalan, tí vinnarin av hesi hálvfinaluni er stórfavorittur at vinna finaluna, sum verður móti AC Milan ella Inter Milan. Fyrra hálvfinalan leveraði tvey avbera flott mál.
Í fyrra hálvleiki var tað brasilski vongurin hjá Real Madrid, Vinicius Junior, sum smekkaði bóltin í málið við skoti uttanfyri brotsteigarmarkið. Í seinna hálvleiki gjørdi belgiski miðvallarin hjá Manchester City, Kevin De Bruyne, tað sama. Tað endaði eisini við 1-1.
Eftir dystin var venjarin hjá Real Madrid ónøgdur við dømingina. Hann helt fyri, at bólturin var uttanfyri í uppspælinum til málið hjá Manchester City, og hartil helt hann fyri, at Real Madrid átti hornaspark í støðuni frammanundan.
Sjónvarpsstøðin BeIN hevur gjørt eina teldugjørdamynd, sum sigst vísa við vissu at bólturin var uttanfyri í uppspælinum. VAR hevur ikki tøkni til at kanna hetta í Champions League, men hevði bólturin havt eitt mikrokipp eins og í HM-endaspælinum, so hevur VAR kunna kannað støðuna við vissu.
Í kvøld spæla AC Milan og Inter Milan fyrru hálvfinaluna.