Ancelotti verður brasilskur landsliðsvenjari í 2024

Carlo Ancelotti verður høvuðsvenjari hjá Real Madrid komandi kappingarár

Tað hevur leingi ljóðað, at 64 ára gamli italiumaðurin, núverandi høvuðsvenjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti fór at taka við starvinum sum landsliðsvenjari hjá Brazil.

 

Sambært spanska miðlinum, Sport fer Ancelotti at taka við starvinum sum brasilskur landsliðsvenjari, men tað verður fyrst um eitt ár.

 

Ancelotti hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Real Madrid, og fer ætlandi at taka eitt tørn aftrat sum høvuðsvenjari hjá Real Madrid.

 

Sambært Sport fer brasilska fótbóltssambandið at kunngera síðst í hesum mánaðinum, at Ancelotti tekur við prestisjufulla landsliðsvenjarastarvinum á sumri í 2024.

 

Brasil skal kappast í Copa America í juni í 2024. Kappingin verður í USA.