Ancelotti: Yossi klókari enn Cole

Venjarin hjá Chelsea, tann 51-ára gamli Carlo Ancelotti, metir seg hava gjørt eina góðan handil við at fáa Yossi Benayoun í staðin fyri Joe Cole, sum var knýttur at Chelsea hópinum í fjør.

 

- Joe Cole er skjótari enn Yossi Benayoun, men Yossi er klókari enn Joe Cole. Yossi skilur fótbóltspæli sera væl og eg eri fegin um at hann er komin til Chelsea, sigur italiumaðurin við róðrið í Chelsea.

 

Joe Cole vildi ikki leingja sáttmálan við Chelsea í summar. Miðlar vilja vera við, at tað var vóru pengar, ið skiltu partarnir.

 

- Tú vit altíð sleppa at spæla á so høgum støði sum gjørligt. Tí fór eg til Liverpool fyri trimum árum síðani. Eg prógvaði har, at eg havi uppiborið at spæla á einum høgum støði og at eg eri ein tolin maður. Eg sat nógvar dystir á bonkinum hjá Liverpool, sigur Yossi Benayoun.

 

Yossi Benayoun er 30-ára gamal og skifti til Chelsea fyri góðar 50 milliónir krónur í summar.