Sum væntað vunnu Helen Mirren og Forrest Whitaker heiðurslønina sum bestu filmsleikarar. Tey flestu høvdu væntað, at Helen Mirren fór at vinna heiðurin sum besti kvinnuligi filmsleikarin fyri leiklutin sum Elisabeth drotning í filminum ?The Queen?, tá Oscar-heiðurslønirnar vórðu lutaðar út í nátt. Og so varð.
Eisini var tað væntandi, at Forrest Whitaker fór at fáa sama heiður sum besti mannligi leikarin fyri sín leiklut sum ugandiski einaræðisharrin Idi Amin í filminum ?The Last King of Scotland?, og her hildu metingarnar eisini.
Besti filmur í fjør varð kosin ?The Deaprted, og leikstjórin, Martin Scorsese, varð kosin besti leikstjóri.