Tað var ein svartur dagur hjá B68, mánadagurin í farnu viku, tá ið B68 tapti 2-4 fyri EB/Streymi á Svangaskarði, og harvið misti møguleikan fyri at tryggja sær rættin til framhaldandi luttøku í 1. deild. Í sama dysti fekk brasilski framherjin hjá B68 reyða kortið, og í sambandi við útvísingina kann hann vænta sær sera drúgt leikbann, váttar formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF.
Slóg linjuverja
Anderson skumpaði fyrst dómaran, og løtu seinni gjørdi hann seg inn á annan linjuverjan, sum hann slóg.
Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at málið er fyribils viðgjørt í kappingarnevndini, men at eingin avgerð er fallin enn. Hann sigur tó, at talan verður um eitt drúgt leikbann til brasiliumannin, tí slíkur atburður verður als ikki góðtikin av fótbóltssambandinum, sigur Bjarki Mohr.
Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at nevndin hevur fund aftur í komandi viku, og tá verður avgjørt, hvussu drúgt leikbann, ið Anderson fær.