Andlát - Eg eri deyður

Sviin Stig Kernell valdi at kunngera sítt egna andlát í bløðunum.

 

Sonurin sigur, at pápin var skemtiligur og speiskur.

Nógvir sviar sótu undrandi, tá teir nú um dagarnar hugdu í bløðini Dagens Nyheter og Svenska Dagbladet. Millum lýsingarnar við andláti stóð ein, sum ikki líktist hinum.

 

-Stig Kernell. Eg eri deyður. Tranås tann 6. apríl 2014

 

stóð í lýsingini.

 

Sonur Stig, Lars.Åke Kernell, sigur við blaðið Expressen, at tað einasta, sum pápin lat eftir seg, var ynskið um, hvussu andlát hansara skuldi kunngerast. Og so hevði hann eisini gjørt avtalu við ein jarðarferðarfelag um sína jarðarferð.

 

Lars-Åke sigur, at pápin var ein sjáldsamur persónur og ikki sørt skemtiligur og speiskur, leggur hann afturat.

 

Stig Kernell var kendur sum sera kønur innan flogsøgu og hevði arbeitt sum teknikari innan flutningsvinnuna. Hann var 92 ára gamal, nú hann kunngjørdi, at hann var deyður.