Kommunulæknin hjá havnarfólki í nærum fýrati ár, Andor Elias Ellefsen, er eitt av teimum. Sum ein eldri áfallin kona um sama aldur helt fyri nú ein dagin: “Vónandi heldur Andor fram sum lækni soleingi eg livi.” Hetta sigur ikki so lítið um týdningin sum kommunulæknarnir í Føroyum hava havt fyri samfelagið, stabilitetin og tryggleikakensluna hjá hvørjum einstøkum føroyingi.
Tað kundi neyvan lesast úr stjørnuglampanini yvir býlinginum við Kirkjar í Miðvági ta náttina í 1937, at Gunnhild hevði átt ein son, sum skuldi brúka alla sína yrkisorku í føroyska heilsuverkinum. Hon og Hans áttu fýra børn, og Andor er hin frumborni. Hann vaks upp og mentist til mans sum allir aðrir bygdadreingir tá í tíðini. Í einum blendingi av fiskiveiði- og landbúnaðarsamfelag. Tíðliga dagaði áhugin fyri ítrótti og rørslu undan og hann leikti fótbólt við MB, har pápin var ein av eldsálunum. Í kapprógving var hann ein íðin sál.
Táið tú ert nær í slekt við Rasmus á Háskúlanum, Mikkjal á Ryggi, DP. og onnur mentanarlig koryfæ´ir í Føroyum, so kemst valla undan, at tærið í sálarligu djúphavsstreymunum er seigt. Onki kemur av ongum. Og miðvingar munnu hava hildið hendan ungdómin verið eitt sindur sjaldnari enn teir flestu, táið hann á hjólhesti fór ta longu leiðina til Seyrvágs, at ogna sær nýútkomnu bókina “Móðir Sjeystjørnu” hjá alheimsskaldinum Williami, stutt eftir at hann hevði fingið prestsins hond á høvdið. Maður, ið dugir meginpartin av Illiaduni hjá Homer uttanat í týðingini, Illiónskvæðnum, hjá meginskaldinum Janusi, og hevur bókmentir í heimsklassa sum eitt av sínum mongu ítrivum, má sigast at vera eitt sindur komplexur í spónalagnum.
Sum tannáringur tók hann eina eksistensiella avgerð. Hann valdi akademisku stíggjarnar. Tók præliminær próvtøku í Rønde í Jútlandi. Eftir tað kom hann heimaftur, á VBV, og gjørdist studentur. Tá húsaðist hann í KFUM. Ein ung moyggj, sum gekk Madam Ellingsgaard til handa á tá kendu matstovuni í Havnini, Kamma, abbadóttir hin kenda Grønlands Jóhan, kolonibestýrari í Uummannaq og Aasiaat í mong ár og av hini kendu Múller ættini í høvuðsstaðnum, kom fyri eygu hansara, og liðugt var. Tey giftust og fingu 4 børn. Guðrið, Ann, Ólav og Hans. Og abbabørnini eru farin at hópa seg upp, tað seinasta, lítli alvurin hjá Hansi, sum nú vegar á tveimum vikum.
Nú lá leiðin suður á Keypmannahavnar Lærda Háskúla. Hann og vaksandi familjan búðu á Solbakken, har eitt ótal av føroyskum studentum hava búð síðani. Nøkur ár seinri var hann avlærdur og fekk akademiskt prógv sum lækni. Allur heimurin stendur til allar tíðir víðopin fyri akademiskari orku, serliga í hesum sortimentinum. Hjá Andori var tó ongantíð nakar ivi. Hann skuldi heimaftur. At tæna landi og fólki. Og tað hevur hann gjørt so tað munar í samfull 40 ár. Fyrst í eitt stutt tíðarskeið á Landssjúkrahúsinum og síðan sum kommunulækni í Tórshavn í væl meira enn ein mansaldur. Nú er hann farin um pensiónsaldur, men tað røkiskt fyri, at hann heldur fram soleingi stirðil er í honum, og tað man dáma flestu viðskiftafólkum hansara, tí valla finst tað menniskja í hesum høpi, sum ber honum annað enn alt tað besta. Sum rock rullusteinurin Keith Richards segði: “Heldur enn ein deyð, er tað betri at vera ein livandi legenda.”
Andor hevur eisini verið fakfelagsmaður. Formaður í Kommunulæknafelagnum. Ikki av tí militanta slagnum. Hóast Ellefsen-íleguna, er hann alt ov diplomatiskur til tað. Søkir semjur og skil. Mangar søgur eru um tað, og seinasta avrik hansara sum fakfelagsformaður, nýggja vaktarskipanin, er eitt dømi um, at fram kemur hann ið hóvliga fer. Tað var ein fegin pensionistur, sum setti ta skipanina í verk á fallrepinum, tægan hann flýggjaði sínum kollegum var íligin, stadnað og lívfør.
Andor er ein av moldmonnunum, sum Líggjas í Bø yrkti um á sinni. Hann trívist serliga væl í heimbygdini, Miðvági, og eigur nakað væl av jørð, har hann hevur síni fár gangandi. Í fríløtunum býr hann í húsunum úti á Bakka. Hann er gongumaður og í ítrótti er hann, umframt billiard-spælið, serliga kendur í hvíta sportinum, badminton. Hvussu hann hevði staðið seg ímóti Prakash Patokono, Liem Svea King og Rudi Hartono vita vit ikki, men í Føroyum hevur hann verið í tí frægara endanum. Frammi í oddinum. Badminton er strævin ítrótt. Í einum dysti rennur leikarin 6 km. Hann broytir kós á vøllinum 350 ferðir. Slær 400 ferðir eftir bóltinum og harumframt er meðalferðin á bóltinum 240 km/t. Hetta ger ongan mun hjá Andori, hann heldur fram við sama lag, og gevst neyvan fyrr enn anatomiin, sum hann er algongdur í, streykar endaliga. Tey bæði Kamma hava í ártíggir búð á Kráarvegi. Í húsinum sum hin kendi danski læknin, Bendt Jensen, smíðaði á sinni. Har altartalvan í Mariukirkjuni í Kirkjubø varð málað av ikoninum Mikines. Har hevur mangur maður og mong kvinna sitið væl ígjøgnum árini. Miðdepilin í jørðildinum hjá fleiri sjaldsomum og avgerandi eksistensum. Chr. Matras, Ólavi Hátún, Eilifi Samuelsen, Ívari Iversen, Hanusi Hansen, Ólavi Michelsen, Williami Heinesen og Heðini Brú, sum gjørdi tæguna ódeyðiliga. Hon, sum nú er á tremur at flyta til verandi og ókomin ættarlið.
Leygardagin er opið hús í Havnar Klubba í sambandi við føðingardagin. Frá kl. 11 fyrrapartin til kl. 4 seinrapartin, har øll eru hjartaliga vælkomin.
ti