TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var gjørd í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við André Olsen, fótbóltsviðmerkjara og ítróttarskrivara.
André Olsen tók samanum 9. umfar í betrideildini hjá monnum, og tók eisini samanum fyrsta triðingin av kappingini.
André Olsen heldur, at HB er avgjørt tað positiva yvirraskilsi við fyrsta plássinum, og hartil spælir liðið saman við B36 tann besta fótbóltin.
Avgjørdu vónbrotini fyrsta triðingin av kappingini eru 07 Vestur og NSÍ, ið nógv var væntað av áðrenn kappingin fór í gongd.