André og Tróndur trúgva uppá Liverpool

(Rás2) Hoyr André Olsen og Trónd Arge meta um Champions League fjórðingsfinalurnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av fótbóltspanelinum í SportBoxini á Rás2, ið snúðu seg um Champions League.

 

Panelið var mannað við Tróndi Arge og André Olsen, ið mettu um seinnu hálvfinalurnar í Champions League, har Liverpool er á odda 3-0 frá fyrra dystinum ímóti Manchester City.

 

André metir, at tað er 80 prosents møguleiki fyri, at Liverpool vinnur seg víðari. Tróndur metir, at tað er 75 prosents møguleiki fyri, at Liverpool vinnur seg víðari.

 

Báðir eru ivaleysir í, at FC Barcelona og Real Madrid við trímálsleiðslum frá fyrru dystunum vinna seg víðari í hálvfinalurnar.

 

Byrjanin av sendingini var merkt av, at Tróndur Arge er júst afturkomin av ferð til Avstralia.

 

Parturin av fótbóltspanelinum, har Tróndur og André mettu um fjórða umfar í Betrideildini hjá monnum hoyrist HER