Teir eru sperdir í B36 soleiðis at skilja, at tað hesa síðstu tíðina fleiri ferðir hevur verið neyðugt at umskipa liðið, tí spælarar hava verið skaddir og leikbannaðir.
Aftur í kvøld var neyðugt at umskipa, tá ið B36 var á Skála, har dysturin í 16. umfari var á skránni. Koronan, sum meiri enn spøkti í B36 leguni, var orsøk til, at dysturin í fyrsta lagi varð útsettur til síðst í oktober, og so varð hann framskundaður til hóskvøldið.
Í verjuni var saknur í miðverjanum og liðformanninum Andriasi H. Eriksen og vongverjanum Benjamin Heinesen, sum sat á beinkinum, og á miðvøllinum vóru teir báðir, sum plaga at vera fastir menn á sentrala miðvøllinum, ikki førir fyri at spæla frá byrjan. Magnus Holm Jacobsen var ikki á listanum, og Eli Falkvard Nielsen var bara síðsta korterið á vøllinum.
Skála hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, og undir Mýruhjalla hevði heimaliðið tak á spælinum. Ofta varð samanspælið gott, og tað spurdust møguleikar burturúr.
Í áttanda minutti eydnaðist tað Skála at fáa hol á. Niels Pauli Danielsen legði við frísparki úr høgru bóltin í brotsteigin, har lítlibeiggin Aksel B. Danielsen stýrdi bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið hjá Akseli, sum hevur verið við í 15 dystum í ár – hann er skiftur inn níggju ferðir og útskiftur seks ferðir.
Skála kundi dygst undan steðginum havt økt um leiðsluna eftir horna úr vinstru, men við handara stólpa bjargaði Hannes Agnarsson á málstrikuni.
Eftir steðgin var B68 liðið umskipað, og tá riggaði tað betri við lotinum undan.
Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram sendi Alex Mellemgaard bóltin í málið og so var 1-1. Hetta var fjórða málið hjá evnaríka vongverjanum í ár.
Sebastian Pingel legði B36 á sigurskós, tá ið tað restaðu 13 minuttir. Eftir innlegg úr høgru sá tað út til, at bólturin var á veg av vøllinum handaru megin málið, men innskifti Andrass Johansen legði bóltin inn fyri málið aftur, og har var Sebastian Pingel á rætta stað og skoraði fyri níggjundu ferð í ár.
Andrass Johansen skoraði tvey mál næstsíðsta sunnudag, tá ið B36 vann 3-0 á heimavølli ímóti AB. Í kvøld varð Andrass innskiftur, tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki. Umframt at leggja upp til 2-1 málið, so staðfesti hann sigurin í tíðini, sum dómarin legði aftrat.
At 18 ára gamli álopsspælarin hevur gjørt vart við seg seinastu tíðina er staðfesting av, at tað eru skikkaðir spælarar í B36 at seta við, tá ið teir royndaru ikki eru førir fyri at spæla.
B36 er á fimta plássi við 43 stigum. Tað er eitt stig fram til Víking, sum hevur spælt tveir dystir fleiri enn B36, og tað eru fýra stig fram til NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn B36.
Skála hevur framvegis trý stig – fyri tríggjar javnleikir.
Næsti dystur hjá B36 verður sunnudagin á útivølli ímóti EB/Streymi.
Næsti dystur hjá Skála verður sunnudagin á útivølli ímóti HB.
Skála – B36 1-3 (1-0)
1-0: Aksel B. Danielsen 8.
1-1: Alex Mellemgaard 58.
1-2: Sebastian Pingel 77.
1-3: Andrass Johansen 93.
Dómari: Dagfinn Forná
Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg (Jóhan Bergsson Johansen, 83.), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller Iversen, Poul Kallsberg – Aksel B. Danielsen (Erland Berg Danielsen, 64.)
Gult kort: Ronni Møller Iversen, Heðin Klakstein
Venjari: Sorin Anghel
B36: Símun Rógvi Hansen – Andreas Thomsen, Erling D. Jacobsen (Benjamin Heinesen, 46.), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Stefan Radosavljevic (Eli Falkvard Nielsen, 82.), Ragnar Samuelsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Hannes Agnarsson (Andrass Johansen, 62.) – Sebastian Pingel
Gult kort: Árni Frederiksberg
Venjari: Jákup á Borg