Líkt er ikki til, at Andrew av Fløtum fer at teljast millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá Fremad Amager, sum í næstum fer undir seinnu hálvu av kappingini í Viasat Sport deildini.
Brendi gyltan møguleika
Leygardagin spældi Fremad Amager venjingardyst móti Skjold, men Andrew av Fløtum taldist heldur ikki hesaferð millum teir fyrstu ellivu. Føroyski landsliðsframherjin kom tó á vøllin í steðginum, og bert tveir minuttir seinni hevði hann ein gyltan møguleika at leggja Fremad Amager 1-0. Andrew gjørdist leysur við málverjanum hjá Skjold, men tá ið hann skuldi lyfta bóltin upp um málverjan, rakti Andrew ikki bóltin nóg neyvt, og so var tann møguleikin burturspiltur.
Úrslitið av venjingardystinum gjørdist 1-1.
Sunnudagin verður farið undir Viasat Sport kappingina, og fyrsta avbjóðingin hjá Andrew av Fløtum og Fremad Amager verður móti landsliðsfelaganum Johan Byrial Hansen og AC Horsens, ið eru á odda í kappingini, á heimavølli.