Sum ungur sigldi Andrew fleiri ár við Norðfarinum, sum Jóhan, bróðir hansara, førdi. Andrew var motorpassari og fór á motorpassaraskúla, men tók síðani stýrimansprógv í Havn og skipsføraraprógv í Keypmannahavn. Hetta var fyri kríggið, og heimafturkomin fór hann at føra Silver Spray, sum pápi hansara átti.
Foreldrini hjá Andrew vóru Kristina og Jóhan Andreas Godtfred, vanliga nevndur Dias á Heyggi. Tey vóru bæði úr Porkeri, men búsettust í Vági, har Dias hevði skip, fiskavirki og handil.
Andrew sigldi øll krígsárini og nøkur ár eftir tað, men fór so í land og var leiðari á hvalastøðini í Lopra, áðrenn hann gjørdist oljusølumaður. Tað var fyrst í fimmtiárunum, og oljusøluna hevði hann tey næstu umleið 20 árini.
At selja olju var at hava handil, sum ongantíð var stongdur. Mia, kona hansara, passaði telefonina, og Andrew koyrdi olju og hevði roknskapin. Mangan uppringd á hálvari nátt, tí ein oljufýring var slóknað, tangin tómur ella okkurt skipið skuldi bunkra.
Smølu vegirnir í sunnaru helvt av Suðuroynni í fimmti- og sekstiárunum kundu vera hættisligir. Serliga at fara um Hestin í kavaroki. Men ikki vildi Andrew, at nakar skuldi sita kaldur. Nei, so heldur biðja mann koma við sær, sum kundi hjálpa honum at grava, um oljubilurin stóð fastur á veg til Sumbiar. Slíkir túrar gjørdust drúgvir.
Tá ið tey fluttu til Havnar, fór Andrew til skips aftur. Hann fiskaði við nótaskipunum hjá Eileri Jacobsen og var stýrimaður við Kubabátunum hjá Skipafelagnum á vaktarhaldi við oljuboripallarnar í Norðsjónum. Seinni avloysti hann sum tollari um summarið og var náttarvakt á Tórshavnar Skipasmiðju. Andrew var 79 ára gamal, tá hann hevði sín seinasta arbeiðsdag. Mia fór eisini út at arbeiða, fyrst í køkin á Hotel Hafnia og síðani á Frímerkjadeildina.
Mia kom til Vágs sum smágenta. Foreldur hennara vóru Inga og Gunnar Danielsen úr Søldarfirði, og tey fluttu suður, tí hann førdi skip hjá J. Dahl á Gørðunum.
Mia og Andrew giftust í eini daprari tíð. Í november 1940 gekk seinni heimsbardagi á øðrum ári, og føroyingar mistu fólk og skip. Hóast Andrew førdi Silver Spray manga vandaferð millum londini, komu skip og manning tó aftur í øllum góðum.
Mia og Andrew fingu fýra børn. Andrew, sum búði í Havn, doyði í 1999. Gunnvør býr í Næstved, Bergur býr í Leynum og Bogi í Havn.
Tey, ið vilja heilsa uppá Andrew, eru vælkomin í føðingardag á Hotel Hafnia fríggjadagin 17. oktober frá kl. 15-18.