Andrias: Hesum eri eg stoltur av

Andrias H. Eriksen er nýggjur á føroyska A-landsliðnum

##med2## 

Varaliðskiparin hjá B36, Andrias Høgnason Eriksen lá á sofuni í gjár, tá fartelefonin ringdi. Hann kendi ikki nummarið aftur, men fekk boðini um, at hann er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni.

Tað eru gleðisboð og tað er nakað, sum eg eri stoltur av. Tað hevur gingið væl í seinastuni, men tað kom óvart á alíkavæl, sigur miðverjin, sum altíð hevur droymt um at fáa landsliðsboð.

- Hetta er ein dreymur, sum eg havi havt síðani eg var heilt lítil og byrjaði at sparka. Síðani eg kom á besta liðið hjá B36, so hevur tað verið eitt mál hjá mær, at verða við til dystir sum hetta her. Tað eru nógv fólk á Tórsvølli og nógv fólk fyglja við. Hetta er spennandi og eg gleði meg nógv, sigur Andrias H. Eriksen og minnist aftur á fleiri landsdystir á Svangaskarði. 

- Eg minnist væl aftur á fleiri av teimum dystunum, sum vóru á Svangaskarði. Tá plagdu eg, beiggi mín og pápi mín at fara inn á Svangaskarð og hyggja. Tað var nakað stórt. Tað var eitt sindur øðrvísi enn nú, tá tað er á Tórsvølli. Tá vóru spælarar sum Jákup á Borg, John Petersen og Rógvi Jacobsen fyrimyndirnar, sigur Andrias Eriksen.

##med3## 

Í dag spælir hann á sætta ári í verjuni hjá B36, har ein av landsliðsfyrimyndunum er venjari.

- Nú havi eg eisini gleðina av at arbeiða saman við Jákupi á Borg. Eg veit at hann eisini er stoltur av, at eg eri komin á landsliðið. Tað er nakað, sum vit hava arbeitt við, sigur miðverjin.

Lars Olsen, landsliðsvenjari segði til tíðindafundin, at Andrias H. Eriksen eisini er ætlaður sum avloysari á høgra bakki, sum tað skuldi verið brúk fyri tí.

- Tað er helst í miðverjuni, at eg vil spæla, men í fjør spældi eg fleiri dystir á høgra bakki. Millum annað í Istanbul móti Besiktas. So skuldi tað komið fyri, so havi eg roynt tað fyrr, sigur varaliðskiparin hjá B36. 

Føroyar skal spæla móti Spania og Norra. Dystirnir verða fríggjadagin 7. juni og mánadagin 10. juni. Hetta er sterk mótstøða og tað ásannar nýggi landsliðsspælarin eisini.

- Vit eru so ikki favorittar til hesar dystirnar, men tá dysturin er byrjaður hugsar tú ikki so nógv um hvørjum tað er, ið tí spælir ímóti, sigur Andrias H. Eriksen

FM1 sigur frá øllum landsdystunum hjá A-landsliðnum.

FM1: Samrøða við Andrias H. Eriksen