Fyri at vinna valið skuldi Abhisit Abhisit fáa stuðul frá minst 219 tinglimum, og tá upteljingin var liðug, hevði hann fingið 235. Hitt valevnið, løgregluovastin Pracha Promnok, fekk 197 atkvøður.
Tjóðartingið noyddist at velja nýggjan stjórnarleiðara, eftir at grundlógardómstólurin herfyri kunngjørdi, at táverandi forsætisráðharrin, Somchai Wongsawat, og fleiri av hansara næstu monnum vóru sekir í sviki og tí ikki kunnu taka lut í politiskum virksemi tey næstu fimm árini.. Tað gjørdi, at Somchai mátti leggja frá sær, og samstundis bleiv flokkur hansara, PPP, upploystur.
Tað var stórur spenningur upp undir atkvøðugreiðsluna í tjóðartinginum í morgun, og tað er ein spurningur, um úrslitið fer at gera enda á ófriðinum, sum hevur verið í Teilandi í heyst. Tíðindafólk vísa á, at umleið 200 fólk vóru komin saman uttan fyri tinghúsið í morgun fyri at forða tingmonnum at sleppa inn. Tey róptu rakstrarróp eftir Abhisit og vildu vera við, at hann er í lummanum hjá herleiðsluni.
Nýggi teilendski forsætisráðharrin er føddur í Bretlandi og hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Oxford. Hann er 44 ára gamal.