Andstøðumaður 25 ára fongsul

Dómvaldið á Kuba hevur dømt politiska andstøðumannin Oscar Elias Biscet 25 ára fongsul fyri undirgravingarvirksemi ímóti myndugleikunum.
Kona mótsatøðumansins, Elsa Morejon, sigur, at maður hennara er ósekur, og hon leggur afturat, at sjálvt tann harði dómurin fer ikki at fáa mannin at víkja frá sínum sjónarmiðum, tí hann er sannførdur um, at tey eru røtt.
Fyrr í vikuni vórðu 71 politiskir andstøðingar á Kuba dømdir fongsulsrevsingar úr 12 upp í 27 ár. Tey flestu vórðu dømd fyri at hava samstarvað við USA ímóti kubanska stýrinum. Eygleiðarar siga, at dómarnir eru eini greið boð frá kubanska leiðaranum, Fidel Castro, um, at kubanska stjórnin góðtekur onga amerikanska uppílegging í innanhýsis viðurskiftini á Kuba.