Á tingfundinum, sum varð uppafturtikin beint eftir klokkan tvey, kom minnilutin í vinnunevndini við einum broytingaruppskoti til málið um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2016.
Broytingaruppskotið hjá Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana er soljóðandi:
Eitt nýtt stykki verður sett inn í § 1. Veiðigjaldið á svartkjaft er ásett til 0,20 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt. Men við hesi broyting verður einki veiðigjald álagt, um svartkjaftur verður avreiddur til matna. Hetta er eisini galdandi, um tað verður framleitt til matna umborð.
Kaj Leo Holm Johannesen helt hetta uppskotið geva lítla meining, tí at lógin skal bara vera í gildi í nakrar dagar, til álitið um uppboðssøluna kemur aftur úr vinnunevndini um 2-3 vikur.